338m2
475m2
3
3
1996
Forkunnugt hús við framúr staðseting og einastandandi útsýni.
Hendan sermerkta og væl hildna ognin liggur á einari av teimum bestu staðsetingunum í býnum. Herumframt er framúr útsýni yvir Havnina og út á fjørðin. Ognin er tilsamans 338 m² til støddar, deilt á 3 hæddir.
Húsið varð dagført innan í 2007 og er partvíst dagført í 2025, har nýggj hitapumpa eisini varð sett upp. Stovan er serliga hugtakandi við høgum lofti, sum gevur eitt rúmligt og ljóst rúm við góðum ljósinnfalli og leggur dent á vakra útsýnið.
Húsið er væl innrættað við 3 kømrum, 3 baðirúmum og einum vesi, og hóskar tí væl til bæði familjuna og tey, sum ynskja pláss til gestir.
Til ognina er eisini bilhús og hjallur.
Hetta er ein sjáldsamur møguleiki at ogna sær eina sermerkta og væl hildna ogn á einari av bestu staðsetingunum í býnum – við einum útsýni, sum veruliga skal upplivast.
Hevur tú spurningar ella vilt tú vita meira um hesa ogn, ert tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Bílegg framvísing
Fyll út teigarnar niðanfyri – so venda vit aftur við einari tíð til eina framvísing. Hevur tú spurningar annars, kanst tú eisini skriva til okkara her.