Ráðgeving til keypara

Umhugsar tú at keypa, men veitst ikki heilt, hvussu tú skalt bera teg at. Hjá Gátt hava vit serkønan metingarmann, sum kann hjálpa tær.

Vit hava drúgvar royndir og holla løgfrøðiliga vitan um keyp og sølu av fastogn, og kunnu ráðgeva tær og umboða teg í sambandi við keypið.

Vit veita ráðgeving um tørv á húsaskoðan og møguleika fyri at tekna eina ognarskiftistrygging, innfría pant, gera átekningar, skriva servituttar, avgreiða flytingar o.a.

Vilt tú vita meira, vinaliga set teg í samband við Gátt á tel. 21 00 09 ella á [email protected]. ella 788400.